Í kvøld endaði ársins Sement kapping í Reinsarínum. Aftaná trimum innleiðandi umførum stóðu seks bólkar eftir í finaluni – Dania O. Tausen, Daniel, Impartial, Marius DC, RSP, og SWAY.
Umframt 1., 2. og 3. virðisløn – studietíð – varð sum nakað nýtt í ár, eisini latin ein serlig virðisløn frá Friendly PR í Danmark – marknaðarføring fyri 20.000 krónur í Danmark.
Tað var Dania O. Tausen, sum fór av stað við PR-pakkanum frá Friendly PR, og ikki nokk við tí, so fekk hon eisini 3. plássið.
Nummar tvey gjørdist tungmálmsbólkurin Impartial, og 1. plássið fór til rapparan Marius DC.
Hetta var triðju ferð, at Marius DC – Marius Dam Christophersen – luttók á Sement, og endiliga eydnaðist tað honum at vinna 1. plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald