Innanlands

Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum

Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum, og starvsfólkini høvdu í miðal 1,2 størv, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-10-19 16:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, meðan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Í september vóru um 29.600 starvsfólk í Føroyum - knapt 15.100 men og 14.500 kvinnur.

Um 16.800 starvsfólk - ella 56,6 prosent- arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Hini 43,4 prosentini - sløk 12.800 starvsfólk - arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.

Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið av arbeiðsgevarum er støðugt.

Miðaltalið av størvum fyri hvørt starvsfólk liggur javnt á 1,2 størvum, og so var eisini í september, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder