2026-09-03 07:24
Nú nátatíðin er í hæddini eru tað eisini fleiri bátar, sum hava tørv á hjálp.
Heimasíðan hjá Vørn upplýsir, at tríggir bátar høvdu tørv á sleipi í gjár.
Um 11 tíðina bað ein bátur, staddur út fyri Velbastað um hjálp. Rescue Lív sleipaði bátin á Havnina.
Um 15-tíðina komu boð frá einum báti, sum var staddur eystanfyri, at hann var uppstøðgaður. East Rescue sleipaði bátin til Havnar.
Og um 17-tíðina komu líknandi boð frá einum báti, ið var steddur vestanfyri. Rescue Sverri sleipaði bátin til Miðvágs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald