Innanlands

Tríggir bilar fingu skaða

Dagurin í gjár varð merktur av áarlopum, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-01-13 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagurin í gjár varð merktur av áarlopum, men Landsverk hevur verið og grivið í morgun, og nú er koyrandi aftur allastaðni.

Landsverk ávaraði tó í morgun um, at tað kann vera nakað av vatni á landsvegunum, og tí varð heitt á bilførarar um at vísa varsemi, tá koyrt verður millum bygdir.

Seinnapartin í gjár frá klokkan 13 komu nógvar fráboðanir um áarlop um alt landið, og løgreglan upplýsir í morgun, at tríggir bilar fingu skaða av áarlopum í gjár. Tað var á Vatnavegnum í Vágum, við Leynatunnilin, og á Vestmannavegnum. Eisini komu tvær fráboðanir um, at vatn var runnið inn í kjallarar í gjárkvøldið. Tað var á Eiði og á Skála.

Sí eisini: Video: Her loypir Svartá á Selatrað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder