Innanlands

Tríggir bilar koyrdu ov skjótt

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið og tann triði misti koyrikortið treytað - hetta fyri at koyra 117 km/t í Fuglafjarðarvegnum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-06-25 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari misti koyrikortið treytað og tveir fingu klipp í koyrikortið og bót fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni fyrrapartin í gjár.

Nakað eftir klokkan 10 var ferðin mátað á landsvegnum millum Fjarða, og her varð ein bilførari skrásettur, sum koyrdi 108 kilometrar um tíman. Klipp og bót.

Um hálvgun ellivutíðina varð ferðin mátað á Fuglafjarðarvegnum, og her vórðu tveir bilar skrásettir at koyra alt ov skjótt.

Annar koyrdi 105 km/t – tað gevur klipp og bót. Hin koyrdi 117 km/t, sum gevur treytaða frádøming.

Harafturat avdúkaði ferðsluløgreglan tríggjar bilførarar, sum tosaðu í telefon undir akstri. Her er revsingin júst hækkað til klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti og tikið nummarplátur av bilum, sum standa í eftirstøðu fyri eitt nú vektavgjald. Átta sett av plátum vórðu tikin í Eysturoynni og Norðoyggjum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder