Innanlands

Tríggir bilar stolnir um vikuskiftið

Tað gekk tó ikki lang tíð, áðrenn teir vóru komnir afturíaftur, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-20 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hendi tað óvanliga, at heili tríggir bilar vórðu stolnir í høvuðsstaðarøkinum.

Løgreglan sigur, at allir eru komnir afturíaftur við góðum hjálp frá fólki.

Tann eini bilurin varð eftirlýstur á sosialu miðlunum, og kom hann skjótt afturíaftur eftir hetta. Í hinum báðum førunum gekk tað so skjótt at finna bilin, at tað varð ikki neyðugt at eftirlýsa teir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í onkrum førum stóð lykilin í bilinum, tá hann varð stolin, og sostatt fær eigarin eina bót fyri at hava latið lykilin verið eftir.

Í onkrum føri hevur løgreglan illgruna um, hvør hevur stolið bilin.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at løgreglan eisini hevur tikið seks bilførarar fyri rúsdrekkakoyring hetta vikuskiftið. Teir vórðu allir steðgaðir í meginøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder