Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Eysturoynni í gjár, og í Norðurstreymoy var ein tikin fyri at koyra við kenning

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-27 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í Eysturoynni, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.

Teir koyrdu ávikavíst 69, 75 og 90 km/t, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Í bygdum øki er bert loyvt at koyra 50 km/t.

Ein førari fekk eina bót, ein fekk eitt klipp í koyrikortið, og ein fekk eina treytaða frádøming, og má hann sostatt taka koyrikortið av nýggjum.

Í Norðurstreymoy var eisini eitt ferðsluóhapp, har ein bilførari hevði koyrt útav vegnum og hevði rent á eitt skelti.

Talan var ikki um eitt álvarsligt óhapp, men tað vísti seg, at bilførarin hevði koyrt við kenning, og er hann nú skuldsettur fyri tað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder