Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í høvuðsstaðarøkinum – Tveir bilførarar fingu klipp, og ein misti koyrikortið á staðnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-01 08:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kemur javnan fyri, at løgreglan tekur bilførarar í at koyra av skjótt á Glyvurvegi á Argjum, og aftur í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir á hesum strekkinum.

Mest loyvda ferðin á Glyvurvegi er 50 km/t, men hesir báðir koyrdu væl skjótari enn tað.

Ein koyrdi 82 km/t, og tað gevur eitt klipp, meðan hin koyrdi 108 km/t, og misti hann koyrikortið á staðnum.

Ein triði bilførari varð eisini tikin fyri at koyra ov skjótt í gjár. Tað var á landsvegnum við Eysturoyartunnilin, har hámarksferðin er 80 km/t.

Hesin bilførarin koyrdi 111 km/t, og tað gevur eitt klipp, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder