2024-12-18 08:17

Týsmorgunin stutt eftir klokkan níggju var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kollafjarðardali, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari koyrdi 101 kilometur um tíman, ein koyrdi 102, og ein koyrdi 110 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80.
Teir fáa allir klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald