Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt

Tveir fingu klipp og ein fekk eina treytaða frádøming, tá løgreglan kannaði ferðsluna millum Fjarða í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-22 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar millum Fjarða.

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og triði bilførarin fekk eina treytaða frádøming.

Ferðin hjá teimum, sum fingu klipp varð máld til ávikavist 108 og 109 kilometrar um tíman, meðan bilførarin, sum fekk treytaða frádøming koyrdi heilar 131 kilometrar, hóast mest loyvda ferðin er 80, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder