2021-10-23 10:18

Leygarnáttin hevur sum heild verið friðarlig, upplýsir løgreglan. Men í nátt, tá løgreglan kannaði bilar, kom hon tó fram á tríggjar bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir.
Tann eini varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, meðan hinir báðir vóru ávirkaðir av rúsevnum. Málini skulu kannast nærri, sigur vakthavandi á politistøðini.
Allir tríggir bilførarar vórðu tiknir í miðstaðarøkinum, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald