Tað bleiv ein dýr nátt hjá trimum persónum, sum vóru í býnum í nátt. Rættiliga nógv fólk var í býnum, og løgreglan var eisini sjónlig, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Tríggir persónar dugdu sær ikki hógv, og blivu skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tveir teirra vóru koyrdir til hús, men tann triði varð handtikin og slapp at sova rúsin av sær á støðini, og er so sendur heim síðan.
Tað er ikki ókeypis at bróta skilhaldsreglurnar. Tveir teirra fáa 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar og tann triði fær 3.000 krónur í bót, tí tað í tí førinum var talan um harðligan atburð, verður sagt av løgreglustøðini.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Fýra bilførarar vóru skuldsettir fyri at koyra ov skjótt í Hovstunlinum. Klipp vóru givin og ein treytað frádøming av koyrikortinum. Bilførararnir koyrdu frá 105 km/t til 115 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald