Uttanlands

Tríggir gíslar leyslatnir í dag

34 ára gamli Or Levy, 52 ára gamli Eli Sharabi, og 56 ára gamli Ohad Ben Ami, vórðu leyslatnir í dag, og eftir ætlan verða eisini 183 palestinskir fangar leyslatnir

Fólk hjá Hamas saman við tveimum av gíslunum, sum vórðu leyslatnir í dag,Eli Sharabi, og Or Levy (Mynd: EPA)

Fólk hjá Hamas saman við tveimum av gíslunum, sum vórðu leyslatnir í dag,Eli Sharabi, og Or Levy (Mynd: EPA)

2025-02-08 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leyslatingin av gíslum í Gazageiranum heldur fram. Í dag eru tríggir menn, sum hava sitið í varðhaldi hjá palestinsku Hamas-rørsluni síðan 7. oktober 2023, leyslatnir.

Teir tríggir - 34 ára gamli Or Levy, 52 ára gamli Eli Sharabi, og 56 ára gamli Ohad Ben Ami, vórðu leyslatnir í býnum Deir el-Balah, har fólk hjá Reyða Krossi tóku ímóti teimum.

[object Object]
Ohad Ben Ami, ein av gíslunum, sum varð leyslatin í dag (Mynd: EPA)

Afturfyri hesar gíslarnar væntast 183 palestinskir fangar at verða leyslatnir úr ísraelskum fongslum í dag, skrivar Ritzau.

Hetta er liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar. Eftir ætlan verða 33 gíslar leyslatnir fyrstu seks vikurnar. Higartil eru nú 16 ísraelskir og fimm thailendskir gíslar leyslatnir.

Sambært ísraelsku stjórnini eru tó átta av teimum 33 gíslunum, sum eftir ætlan skuldu latast leysir, deyðir. Sambært CNN eru 73 av teimum upprunaligu 251 gíslunum framvegis í Gaza.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder