Fyrrapartin vórðu tríggir ísraelskir gíslar leyslatnir av Hamas sum liður í vápnahvíldini við Ísrael, sum byrjaði 19. januar.
Talan er um 35 ára gamla ísraelska Yarden Bibas, 54 ára gamla fransk-ísraelska Ofer Kalderon, og 65 ára gamla ísraelsk-amerikanska Keith Siegel.
Eftir ætlan verða 182 palestinskir fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum í dag, skrivar Ritzau.
Higartil eru 18 av teimum 33 gíslunum, sum skulu leyslatast fyrstu seks vikurnar av vápnahvíldini, leyslatnir. 400 palestinskir fangar eru leyslatnir.
Tíðindastovan Reuters hevur áður skrivað, at Hamas fyrst fer at leyslata kvinnur og børn, menn yvir 50 ár og gíslar, sum eru sjúkir og særdir.
Tað er ógreitt, um fleiri av kvinnunum og børnunum framvegis eru á lívi, nú Hamas í dag hevur valt at leyslata tríggjar menn.
Yarden Bibas hevur tvey børn, sum eisini vórðu tiknir til gísla í sambandi við álopið hjá Hamas 7. oktober 2023, har umleið 250 gíslar vórðu tiknir. Talan er um Kfir og Ariel, sum vóru ávikavist níggju mánaðir og fýra ár. Í november 2023 boðaði Hamas frá, at børnini og mamma teirra, Shiri vóru dripin í einum ísraelskum loftálopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald