Seinnapartin í gjár vórðu tríggir gíslar leyslatnir eftir 471 dagar í varðhaldi hjá Hamas í Gaza.
Talan er um tríggjar kvinnur - 24 ára gamla Romi Gonen, 28 ára gamla Emily Damari, og 31 ára gamla Doron Steinbrecher.
Kvinnurnar vórðu fluttar til Ísrael, og sambært ísraelskum embætisfólkum eru kvinnurnar væl fyri eftir umstøðunum. Ein teirra, Emily Damari, misti tveir fingrar, tá hon varð skotin í hondina, tá hon varð tikin av Hamas 7. oktober 2023, skrivar Ritzau.
Kvinnurnar vórðu fyrstu gíslarnir, sum vórðu leyslatnir av Hamas sum liður í avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi sunnumorgunin.
Doron Steinbrecher og mamma hennara, Simone (Mynd: EPA)
30 aðrir gíslar verða leyslatnir komandi seks vikurnar, samstundis sum fleiri hundrað palestinskir fangar eisini verða leyslatnir úr ísraelskum fongslum. 90 fangar vórðu leyslatnir sunnudagin. Fleiri gíslar og fangar verða leyslatnir leygardagin, upplýsir umboð fyri Hamas.
Romi Gonen og mamma hennara, Merav (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald