Uttanlands

Tríggir granskarar deila Nobel virðislønina í medisin

Við teirra uppdaging er tað nú ein møguleiki fyri at oyða hepatitis C virusið

Vinnararnir vórðu avdúkaðir á Karoninska Instituttet í Stockholm í dag (Mynd: EPA)

Vinnararnir vórðu avdúkaðir á Karoninska Instituttet í Stockholm í dag (Mynd: EPA)

2020-10-05 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Harvey J. Alter og Charles M. Rice úr USA og Michael Houghton úr Bretlandi fáa í ár Nobel heiðurslønina í medisini.

Teir fáa virðislønina fyri uppdagingina av hepatitis C-virusinum í 1980’unum. Tað boðaði Karolinska Instituttet í Svøríki frá í dag.

Granskararnir fáa heiðurslønina fyri at hava hjálpt til í stríðnum móti einum stórum heilsutrupulleika, ið hevur ført til skropnilivur (skrumplivur) og livurkrabba hjá fólkum kring allan heimin.

- Uppdagingin av hepatitis C-virusinum hevur ført við sær, at vit hava funnið fram til blóðroyndir og nýggjan heilivág, ið hevur bjargað milliónir av lívum, verður millum annað sagt í grundgevingini.

Í 1976 fingu tveir amerikanskir granskarar Nobel-heiðurslønina fyri at hava funnið hepatitis B-virusið, og tí hevur leingið verið tosað um, hvørt uppdagingin av hepatitic C ikki eisini átti at givið eina Nobel-heiðursløn.

Hepatitis C finst um allan heim. Hildið verður, at yvir 160 milliónir fólk eru smittað. Umleið 500.000 fólk doyggja orsaka av virusinum hvørt ár, skrivar Ritzau.

- Fyri fyrstu ferð í søguni kann sjúkan nú grøðast, og tað gevur okkum vónir um, at hepatitis C kann oyðast, skrivar Nobelnevndin.

Við Nobel heiðrinum fylgja tíggju milliónir svenskar krónur, sum teir tríggir granskararnir skulu býta millum sín.

Undir vanligum umstøðum høvdu teir fingið heiðurslønina frá Carl Gustav kongi á einum hátíðarhaldi í Stockholm 10. desember. Men orsaka av koronavirusinum, er kongaliga haldið avlýst, og virðislønin verður handað á einum tiltaki á netinum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder