Uttanlands

Tríggir konservativir politikarar takka farvæl

Fyrst fóru 8 bretskir tinglimir úr Labour og nú fara tríggir úr Konservativa flokkinum

Anna Soubry er ein teirra, sum í morgun er farin úr Konservativa flokkinum (Mynd: Ritzau)

Anna Soubry er ein teirra, sum í morgun er farin úr Konservativa flokkinum (Mynd: Ritzau)

2019-02-20 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tríggir tjóðartinglimir í Bretlandi hava nú tikið avgerð um at fara úr Konservativa flokkinum hjá Theresa May. Hetta hendir eftir at átta tjóðartinglimir hjá Labour í gjár fóru úr flokkinum og savnaðust í einum sjálvstøðugum bólki í bretska tjóðartinginum.

Anna Soubry, Heidi Allen og Sarah Wollaston boðaðu í dag frá, at tær fara úr Konservativa flokkinum og fara uppí sjálvstøðuga bólkin, sum teir átta savnaðust í í gjár.

Tær tríggjar eru allar fyri at Stórabretland framhaldandi verður í ES og eru ónøgdar við at Theresa May í stóran mun arbeiðir við Brexit-samráðingunum saman við einum bólki av konservativum, sum eru sera jaligir um at fara úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder