2020-12-13 12:31

Tríggir nýggir koronatilburðir vórðu funnir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tveir persónar eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum.
Í gjár vórðu 670 kanningar gjørdar. Í løtuni eru 22 persónar smittaðir í Føroyum.
Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald