Innanlands

Tríggir koyrdu ávirkaðir

Tveir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og ein var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-15 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tímarnar hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir.

Tveir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Fyrri bilførarin varð steðgaður í Suðuroynni á midnátt, og tann seinni varð steðgaður í Havn klokkan fimm í morgun.

Triði bilførarin koyrdi ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka, og hann varð steðgaður í miðstaðarøkinum umleið klokkan hálvgum níggju í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder