Innanlands

Tríggir koyrdu ávirkaðir í nátt

Ein bilførari í norðoyggjum og tveir í høvuðsstaðarøkinum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-31 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðslukanningar.

Á Sandoynni vórðu 12 bilar steðgaðir fyri at kanna, um bilførarar koyrdu ávirkaðir, og á Glyvrum, har 35 bilar vórðu steðgaðir, varð kannað, um bilar vóru í lógligum standi, og um førarin hevði loyvi at koyra.

Og hvørki á Sandoynni ella á Glyvrum var nakað mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur eisini steðgað bilum aðrastaðni kring landið, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir og skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Tveir vórðu tiknir í høvuðsstaðarøkinum, og ein varð tikin í norðoyggjum.

Annars hevur náttin sum heild verið friðarlig, hóast fitt av fólki hevur verið í býnum, verður sagt av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder