Innanlands

Tríggir koyrdu ov skjótt í gjár

Ein missir koyrikortið fyri at koyra 116 km/t í bygdum øki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan aftur úti og gjørdi ferðmátingar - hesa ferð í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Fyrrapartin varð ein bilførari í høvuðsstaðarøkinum tikin fyri at koyra 76 km/t.

Um kvøldið vórðu tveir bilførarar tiknir í Eysturoynni. Tann eini fekk eitt klipp fyri at koyra 82 km/t, og hin fekk eina treytaleysa frádøming fyri at koyra heilar 116 km/t.

Allir koyrdu í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder