2025-03-22 09:22

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar við Áir, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 109 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.
Ferðin hjá hinum báðum bilførarunum varð skrásett til 100 kilometrar um tíman, og teir fáa eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald