Um middagsleitið í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Saltangará, á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 30 kilometrar um tíman, og har vórðu fýra bilførarar tiknir.
Tríggir teirra vórðu tiknir fyri at koyra millum 49 og 53 kilometrar um tíman, og tað fingu teir klipp fyri. Ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hann varð handtikin, og blóðroynd varð tikin.
Klokkan hálvgum sjey í morgun varð ein bilførari í Norðstreymoy eisini tikin fyri at koyra ávirkaður - hesa ferð av rúsdrekka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald