Í dag vórðu tríggir mans avrættaðir í Iran, tí teir høvdu tikið lut í mótmælunum móti iranska stýrinum, sum byrjaðu á heysti í fjør.
Teir vórðu handtiknir í november, og í januar vórðu teir dømdir til deyða.
Menninir vórðu m.a. dømdir fyri at hava skotið móti iranskum trygdarliðum undir mótmælunum. Sambært dóminum spældu teir ein leiklut í deyðanum hjá tveimum hermonnum og einum løgreglumanni.
Sambært DR eru ábendingar um, at talið á avrættingum í Iran er økt seinastu tíðina, og eru iransku myndugleikarnir lagdir undir at brúka avrætting til at kúga iranska fólkið.
Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur eisini, sambært Reuters, at menninir ikki hava fingið eina rættvísa rættargongd, og at teir vórðu píndir, áðrenn teir játtaðu seg sekar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald