
18. november í fjør fær løgreglan boð frá Tollvaldinum um, at roynt varð at smugla eina stór mongd amfetamin til Føroyar. Talan var 962 gramm av amfetamini. Rúsevnini vóru í einum bili, og tríggjar dagar eftir boðini handtók løgreglan fimm fólk. Hetta váttar Linda Hesselberg, ákæri hjá løgregluni, fyri Kringvarpinum í dag.
Trý av teimum sum vórðu handikin - talan er um menn - sita í varðhaldi nú. Varðhaldsfongslingin heldur fram til 12. februar, og málið skal fyri eitt nevningating beinanvegin. Møguleiki er fyri, at fongsilsrevsingin verður upp til fýra ár.
Teir tríggir varhaldsfongslaðu og ein av hinum, ið varð handtikin í november, skulu fyri rættin í málinum, ið er óvanliga stórt. Fyri mongdina av amfetamini hevði verið møguligt at fingið selt fyri í minsta lagi eina millión.
Hoyr innslagið við Lindu Hesselberg á kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald