![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tvær konfirmatiónir eru á skránni í Christianskirkjuni í Klaksvík í morgin – onnur klokkan 10, og hin klokkan 12.
Hesaferð eru 17 ungdómar sum skulu konfirmerast í Klaksvík við gudstænasturnar, sum vera skipaðar eftir øllum tilmælum um gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Við fyrru gudstænastuna verða átta konfirmantar, meðan níggju ungdómar verða fermdir við ta seinnu.
Og tað er við seinnu gudstænastuna, at føroysk kirkjusøga verður skrivað: Her verða nevniliga trý ungfólk úr tveimum londum í Fjareystri fermd, saman við seks føroyingum.
Hesi trý hava gingið til prest hjá Marjuni Lómaklett í serligum holdi, og eru nú komin hartil, at tey ynskja at játta sína dópstrúgv fyri Gudi og monnum.
- Sum eg havi fingið upplýst, er hetta fyrstu ferð at føroyska kirkjan fer at hava eina konfirmasjón við trimum nýføroyingum og á jøvnum føti við føroyingar. Vit hava av og á fermt útisetar úr øðrum londum, og sum ynskja at hetta skal gerast í teirra egnu kirkju.
- Men hesaferð eru tað trý ungfólk sum búgva í Klakfersvík, og sum nú verða fermd her. Ja, hetta verður ein serstøk løta, greiðir Marjun Lómaklett, prestur frá.
Kelda: folkakirkjan.fo
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald