2020-10-20 11:49
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eftir ein dag uttan nakran tilburð av covid-19 fyrradagin, vórðu í gjár tríggir tilburðir.
Eingin staðfestur frískur aftur seinasta damdøgrið, og talið á tilburðum í løtuni er sostatt komið upp á 16, vísa tølini frá heilsumyndugleikunum í dag.
1053 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 56 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald