Innanlands

Tríggir nýggir tilburðir staðfestir í gjár

Allir eru partur av kendari smittuketu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-23 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, og sostatt er talið á positivum í løtuni farið upp á sjey.

Allir teir nýggju tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu, skrivar corona.fo.

Sostatt hava 676 persónar nú fingið staðfest koronu í Føroyum. 668 eru staðfestir frískir aftur, og ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

736 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 263.482 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder