Innanlands

Tríggir nýggir tilburðir staðfestir í gjár

Ein er frá kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu hinir báðir eru smittaðir, men báðir halda, at teir helst eru smittaðir í nattarlívinum í Havn 26. juni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-03 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu, men tað er ógreitt, hvussu hinir báðir persónarnir eru smittaðir. Báðir persónarnir halda, at teir helst eru smittaðir í náttarlívinum í Havn tann 26. juni, skrivar corona.fo.

Nú hava tilsamans 781 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur, og ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. Talið á persónum, sum eru staðfestir smittaðir í løtuni, er 13.

1312 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú 312.966 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder