Innanlands

Tríggir persónar handtiknir fyri innbrot

Í nátt varð boðað frá innbroti í FK í Hoyvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-25 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt um eitt-tíðina varð boðað frá innbroti í FK í Hoyvík, og í hesum sambandi hevur løgreglan handtikið tríggjar persónar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn kann ikki siga so nógv um málið í løtuni, men upplýst verður, at ymisk ting úr handlinum vórðu funnin í sambandi við handtøkurnar.

Tveir av teimum handtiknu eru longu leyslatnir aftur, meðan tann triði enn er hjá løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder