
Tríggir persónar fingu staðfest covid-19 í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum.
Ein teirra er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu. Ein annar persónur er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann triði persónurin býr í Føroyum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Seks persónar eru staðfestir frískir aftur síðani í gjár, og tað merkir, at talið av smittaðum í løtuni er farið frá 29 niður á 26 persónar.
1815 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
101 fólk eru í sóttarhaldi og framvegis eru tveir persónar innlagdir á sjúkrahúsi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald