Fyrrapartin í gjár, týsdagin 9. apríl, gjørdi ferðslupatrjulja hjá løgregluni eitt sonevnt málrættað átak, har nakrir bilar vórðu steðgðaðir.
Hetta var í Eysturoynni - í syðra partinum av oynni stóð í rapportini.
Fimm bilar vórðu steðgaðir, har so viðurskiftini vórðu kannaði. Í trimum førum var okkurt galið hjá bilføraranum:
Ein koyrdi við handhildnari fartelefon, ein uttan førararætt (hevði mist koyrikortið) og hjá tí eina var tí frádømingartíð.
Harvið var tað "væl rakt" løgregluni, og tríggjar bøtur kundu skrivast. Tað kom ikki fram, hvussu tað víðari kundi ávirka bilførarnar, sum ávíkavist høvdu mist koyrikortið og vóru á veg at missa tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald