Innanlands

Tríggir røðarar á Vaglinum seinnapartin

Havnar Arbeiðarafelag skipar fyri 1. maidagshaldi klokkan 15 – Røðarar verða Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø, og Kári Johansen

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-01 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er 1. mai, Altjóða Arbeiðaradagur, og í hesum sambandi verður aftur skipað fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn.

Tað er Havnar Arbeiðarafelag, sum skipar fyri tiltakinum, sum byrjar klokkan 15.

Á skránni verður tónleikur frá Havnar Hornorkestri, umframt fleiri røður, boðar felagið frá.

Røðarar verða Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Kári Johansen, arbeiðsmaður og nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag.

Havnar Arbeiðarafelag hevur regluliga skipað fyri 1. maidagshaldi síðan 1962.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder