
Fríggjadagin var ein lítil samkoma í Heilsuhúsinum í Hoyvík. Tað var í sambandi við, at tær tríggjar Sanna Pearce, Ina Saxov og Ann Mari Sivertsen allar høvdu starvast í Heimatænastuni hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 10 ár.
Á samkomuni luttók eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ið bar teimum heilsan frá kommununi.
Sanna Pearce byrjaði í starvi í heimarøktini 1. januar 2008. 1. januar árið eftir byrjaði Ann Mari Sivertsen. Ina Saxov byrjaði sum heimahjálp 1. mai 2006, og sostatt nærkast hon sín 15 ára starvsdag.
– Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.
– Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, segði borgarstjórin, og takkaði hann teimum trimum fyri teirra stóra íkast og drúgvu tænastu.
Øll røðan hjá Heðin Mortensen kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald