Innanlands

Tríggir starvsdagar á Dagstovninum á Hamrinum

Edith Petersen og Joan M. Poulsen hava starvast hjá kommununi í 25 ár og Sóley Martinsdóttir við Garð í 20 ár..

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-10-27 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herfyri var hátíðarhald á Dagstovninum á Hamrinum á Argjum fyri trimum starvsfólkum, sum hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í 20 og 25 ár.

Hesi vóru Edith Petersen og Joan M. Poulsen, sum báðar hava starvast hjá kommununi í 25 ár og Sóley Martinsdóttir við Garð, sum hevur starvast í 20 ár. 

- Tað hevur so ómetaligan stóran týdning, at starvsfólk trívast væl. At arbeiða á einum dagstovni er nakað heilt serligt. Tað eru tit, sum eru um børnini gjøgnum dagin, síggja einstaka barnið, skapa tryggleika og gera dagstovnin til eitt gott stað at vera, segði Elsa Berg, borgarstjóri m.a. í røðu síni. 

Edith byrjaði í Tórshavnar kommunu sum dagrøktari. Síðani hevur hon starvast á Dagstovninum á Hamrinum. Fyrstu í nógv ár sum hjálparfólk, og seinastu árini sum varaleiðari.

Joan byrjaði sum hjálparfólk í útibarnagarðinum í Skótahúsinum í Viðarlundini. Síðani 2003 hevur hon verið á Dagstovnin á Hamrinum.

Sóley byrjaði sum hjálparfólk í útibarnagarðinum í Havnardali. Síðani hevur hon arbeitt á Dagstovnin í Øksnagerði og seinastu mongu árini á Dagstovninum á Hamrinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder