Innanlands

Tríggir stormskaðar fráboðaðir

Í Hósvík fuku takplátir í økinum kring skúlan, og í Syðradali á Streymoynni reiv tekjan á einum fjósi

Hósvík

Hósvík

2022-09-30 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vindurin er avtakandi nú, men ymsastaðni í landinum hevur verið rættiligt ódnarveður í dag.

Hjá løgregluni hava tey móttikið tríggjar fráboðanir um skaðar. Tann fyrsta fráboðanin kom í morgun, tá mett varð, at ein tekja kundi fara at ríva í Leirvík.

Tilbúgvingin í økinum varð boðsend at tryggja tekjuna áðrenn hon fór.

Nakað eftir klokkan 10 komu boð úr Syðradali á Streymoynni, har ein tekja var um at fara. Boð vóru send eftir sløkkiliðnum og fólki á staðnum, og man fekk syrgt fyri, at tekjan ikki fór nakran veg.

Klokkan 13 kom fráboðan um skaða á skúlan í Hósvík. Tekjan var rivin, og takplátur fuku í økinum. Løgreglan sendi fráboðan út seinnapartin um at biðja fólk halda seg burtur frá økinum kring skúlan, meðan tekjan varð tryggjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder