2019-09-01 09:54
Í nátt og í morgun hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar fyri at koyra ávirkaðir.
Tann fyrsti varð steðgaður í Suðuroynni klokkan hálvgum fýra í nátt. Í bilinum fann løgreglan eisini eitt hálvt gram av hashi, og varð hann eisini ávirkaður av hesum. Førarin er nú skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Tveir tímar seinni, klokkan hálvgum seks, varð ein annar bilførari tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og klokkan 7.20 varð ein bilførari í Vágum tikin fyri tað sama.
Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og bíðað verður nú eftir svari, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald