Innanlands

Tríggir tiknir fyri at koyra ov skjótt

Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum í gjár fingu tveir bilførarar klipp, og ein fekk treytaða frádøming

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-07 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum, og tá vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 108 og 111 kilometrar um tíman, og triði bilførarin fekk treytaða frádøming fyri at koyra 121 kilometrar um tíman.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur eisini steðgað nøkrum bilum í miðstaðarøkinum at kanna, um førararnir koyrdu ávirkaðir, men har var einki mál skrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder