Innanlands

Tríggir tilburðir staðfestir í gjár

Talan er um smittu, sum hevur samband við tann eina tilburðin, sum varð staðfestur fyrradagin – Hetta er fyrstu ferð síðan 25. januar, at smitta er staðfest innanlands í Føroyum

(Mynd: Jens Kr. vang)

(Mynd: Jens Kr. vang)

2021-05-05 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á smittutilburðum í Føroyum er nú komið upp á fimm, eftir at tríggir nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Talan er um smittu, sum hevur samband við tann eina tilburðin, sum varð staðfestur fyrradagin, skrivar corona.fo. Sostatt er hetta fyrstu ferð síðan 25. januar, at smitta er staðfest innanlands í Føroyum.

187 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 254.495 kanningar gjørdar í Føroyum.

Samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum er nú 668. 662 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder