2023-08-18 09:04
Tað gjørdist dýrt hjá trimum ungum bilførarum, sum í nátt koyrdu ov skjótt eftir Glyvravegnum. Eitt strekki, har loyvt er at koyra 50 kilometrar um tíman.
Tann eini koyrdi 75 km/t, og hetta gevur eitt klipp. Men av tí, at hann frammaundan hevði eitt klipp, og hevði havt koyrikort í minni enn trý ár, skal hann upp í nýggjari koyriroynd.
Tveir aðrir ungir bilførarar vórðu eisini tiknir á sama strekki við 88 km/t og 100 km/t, og mistu koyrikortið treytað, og mugu taka tað av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald