Tað var stórur gravgangur eftir at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, tá hann lat upp fyri almennari feðrslu beint eftir middag leygardagin.
Jørgen Niclasen, landstýrismaður í samferðslumálum, var fyrstur at koyra í tunnlinum, men við ymsu tunnilsmunnarnar var eisini stórur gravgangur at sleppa ígjøgnum.
Strandamegin stóð ein gamal flaggprýddur Standard frá 1954 fremstur í bíðirøðini. Í bilinum sat Eliesar Høj, fyrrverandi borgarstjóri í Sjóvar kommunu, saman við vóru tveimum abbasynum, sum eisini eita Eliesar Høj.
Sostatt vóru tríggir Eliesar Høj millum teir fyrstu, sum koyrdu gjøgnum tunnilin frá Strondum. Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald