Innanlands

Tríggir vóru ávirkaðir - tveir høvdu einki koyrikort

Í gjár og í nátt vórðu fimm bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-17 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fimm bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina.

Tríggir vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir, og tveir fyri at koyra uttan førararætt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Tann fyrsti bilførarin varð tikin í høvuðsstaðnum klokkan 22 í gjárkvøldið fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Stutt fyri midnátt varð ein tikin fyri at koyra uttan førararætt í Vágum. Talan var um ein persón, sum hevði aldur at koyra bil, men sum annaðhvørt ongantíð hevði tikið koyrikort ella hevði mist koyrikortið. Fyrstu ferð ein verður tikin fyri at koyra uttan førararætt er revsingin 5.000 krónur í bót.

Í Vágum varð ein persónur eisini tikin fyri at hava rúsevni uppiá sær. Talan var um eina lítla nøgd av hassji til egna nýtslu, og tað gevur eina bót. Hvussu stór bótin verður, veldst um nøgdina av rúsevnum.

Stutt fyri klokkan trý varð aftur ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður, hesa ferð av rúsdrekka, og stutt eftir hetta varð aftur ein bilførari tikin fyri at koyra uttan førararætt. Hesin varð eisini tikin í høvuðsstaðarøkinum, og eisini hann fær 5.000 krónur í bót.

Tann síðsti bilførarin, sum varð tikin, varð tikin um fimm-tíðina í morgun fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder