
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men kortini hevur verið rættiliga friðarligt.
Tó vórðu tveir persónar skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Teir vístu løgregluni longutong, og tí fingu teir eina bót fyri at háðandi atburð móti løgregluni.
Men ikki nokk við tí, so vildi tann eini persónurin heldur ikki siga, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr, og hann gjørdi mótstøðu, tá løgreglan royndi at handtaka hann, og sostatt fær hann tríggjar bøtur tilsamans - fyri háðandi atburð, fyri ikki at upplýsa, hvør hann er, og fyri ikki at gera eftir boðum frá løgregluni.
Løgreglan kannar eisini eitt harðskapsmál í Klaksvík, sum varð fráboðað í nátt. Onkur er farin á sjúkrahúsið til kanningar. Avhoyringar eru ikki gjørdar enn, og tí kann løgreglan ikki upplýsa meira um málið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum tó leggur afturat, at talan er um eitt mál millum ung fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald