2026-09-27 11:00
Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig hjá løgregluni, men stutt fyri klokkan fýra endaði ein maður við at fáa tríggjar bøtur frá løgregluni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Viðkomandi fekk tvær bøtur á 1.500 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri at vísa løgregluni longutong, og tá hann ikki vildi siga løgregluni, hvør hann var, fekk hann eisini eina bót fyri brot á rættargangslógina. Tann bótin er 1.000 krónur.
Sostatt fekk sami maður tilsamans 4.000 krónur í bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald