2026-06-24 08:20
Tveir bilar vórðu í gjár støðgaðir í Søldarfirði fyri at koyra ov skjótt gjøgnum bygdina.
Bilarnir vórðu máldir til at koyra 80 og 74 kilometrar um tíman, sum er væl yvir hægst loyvdu ferðina á 50 kilometrar um tíman. Bilførararnir fáa bót.
Bót fekk eisini ein bilførari, sum ikki víkiskyldu sína í sambandi við eitt minni ferðsluóhapp í Havn um middagsleitið í gjár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald