2024-01-25 07:51
Løgreglan ger hesa tíðina javnan átøk við skúlar og stovnar har foreldur fara við børnum um morgunin.
Soleiðis var eisini í gjár, tá kanningar vórðu gjørdar í Klaksvík, í Sørvági og við tríggjar skúlar og dagstovnar í Havn.
Sum heild er gott skil á, verður upplýst av politistøðini. Men í Klaksvík vórðu trý mál skrivað í gjár, sum útloysa bøtur.
Í einum føri var barnið ikki rætt íbundið, í einum føri sat bilførarin uttan trygdarbelti og í triðja førinum var talan um ólógliga parkering í einum busslumma.
Annars hevur verið sera friðarligt í nátt, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald