Mentan

Tríggir dagar við Williami Heinesen

Um vikuskiftið verður ljós varpað á tónleikin og listina hjá Williami Heinesen í Auluni í Finsen

William Heinesen

William Heinesen

2020-06-22 20:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

William Heinesen er kanska best kendur fyri at skriva søgur og yrkingar, men hann fekst eisini við tónleik og myndlist. Og tað er júst tónleikurin og myndlistin hjá Williami, sum verður í fokus í Auluni í Finsen um vikuskiftið.

Skráin er henda:

1. Dagur – Hasin William
Fríggjadagin 26. juni kl. 17

Ólavur Jakobsen spælir soloverkið “Vågn op, og slå på dine strenge” á guitar. Eitt verk, sum William skrivaði í 1955.

Ivan Niclassen prátar við Zacharias Heinesen um myndlistina í Auluni, pápa sín og hvussu hann eisini sjálvur valdi at ganga í sporunum hjá pápa sínum.

Mattias Kapnas fer at framføra stykkið “Norske løve” hjá Williami á einum av bestu flygelunum í landinum.

Framsýning av 51 karikaturtekningum hjá Williami, har hann hevur teknað rámandi karikaturmyndir av ymiskum býarmyndum í Tórshavn.

Tiltakið er ókeypis, og Aulan hevur opið millum kl. 16-18

2. Dagur – Er William at hóma í 2020
Leygardagin 27. juni kl. 17

Í ár eru 120 ár síðani, at William Heinesen varð føddur. Munnu spor eftir Williami vera at síggja í føroyskari samtíðarlist, ella er William ein farin tíð? Hesin spurningin verður settur Dagmar Malenu Winther og Bárður DC, sum eru ávikavist listafrøðingur og listafólk.

Tarira er ikki einans dreymasjón í skaldskapi Williams – tað er eisini eitt dreymakór. Til tiltakið fer Tarira at syngja løg eftir Williami.

Tiltakið er ókeypis, og Aulan hevur opið millum kl. 16-18.


3. Dagur – Lær at tekna karikaturmyndir
Leygardagin 4. juli kl. 14-18

Eins og William teknaði karikaturmyndir, verður eisini møguleika hjá øðrum at royna seg. Tað verður karikaturteknarin Hannis Egholm, sum skipar fyri tekniskeiði. Meira kunning fæst her.

Eisini ber til at síggja listina hjá Williami Heinesen sunnudagin 5. juli kl. 14 – 18 og sunnudagin 28. juni kl. 14 – 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder