2024-01-21 10:50
– Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
Soleiðis ljóðar ávaringin hjá Landsverki, sum fekk úr at gera í gjár, tá tað tríggjar ferðir varð boðað frá, at lopið var oman á vegin. Fyrst við Kolbeinagjógv, síðani millum Áir og Hósvík, og so í Kaldbaksbotni.
Nógvur vindur var eisini í gjár, og í Skopun varð boðað frá, at ein tekja var farin í vindinum. Talan var um eina nýggja tekju, sum lá í einum túni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað annars hevur verið rættiliga friðarligt seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald