
Landsverk hevur tikið avgerð um, at allar tær tríggjar fyritøkurnar, sum søktu um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, fáa møguleika at bjóða uppá verkætlanina.
Hetta er greitt, eftir at Landsverk hevur gjøgnumgingið umsóknirnar, sum komu inn í seinastu viku, og eftir at fyritøkurnar eisini hava havt eina framløgu fyri dómsnevndini hjá Landsverki, skrivar Landsverk á heimasíðuna.
Fyritøkurnar, sum fáa møguleika at bjóða uppá uppgávuna, eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard.
Eftir ætlan fáa fyritøkurnar atgongd til sjálvt útbjóðingartilfarið í komandi viku, og fáa tær fram til fyrst í desember at lata tilboð inn.
Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiðið fyrst í komandi árið, og gongur arbeiðið sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald