placeholder
Innanlands

Tríggjar heiðurslønir verða latnar á Drelnesi í kvøld

Talan er um Mentanarvirðisløn landsins, Heiðursgáva landsins og serstøku virðisløn landsins. Tiltakið, sum í ár er í SALT og er fyri innbodnum, byrjar klokkan 19 og verður at síggja í Kringvarpinum

2022-01-19 10:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, mikukvøldið 19. januar, fer Jenis av Rana,  at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2021.

Landstýrismaðurin í mentamálum verður saman við teimum tilnevndu og innbodnum í SALT á Drelnesi (í Trongisvági) Tiltakið er ikki fyri alemnningini í ár, vegna koronustøðuna, men kann síggjast í Kringvarpinum.

Tríggjar virðislønir skulu handast:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur,  verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

(Vinnari í fjør: Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna,)

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 krónur, verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

(Vinnari í fjør: Ósbjørn Jacobsen, arkitektur) 

Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 krónur, verður latin lista- ella mentafólki, ið hevur víst serliga góð evni og/ella hevur gjørt vart við seg á sínum øki.

(Vinnari í fjør: Birita Poulsen, operasangar)

Tað er ein nevnd, ið landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett, ið ger tilmæli um virðislønirnar. Alda Joensen er forkvinna. Hetta skrivar kvf.fo, sum á heimasíðu sínari, hevur yvirlit yvir vinnarar aftur til 1998, tá Mentanarvirðisløn landsins varð latin fyrstu ferð.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder